HEIM
30.04.2014

Finalubrak í Løkshøll

Hóskvøldið 1. mai kl. 19.00 er Løkshøll skrýdd til finalubrak. Vælumtókta spurnakappingin, "Av Skipanesi til Æðuvíkar" hevur aftur í ár megnað at samansjóva fólkið, og nú stendur finalubrakið á skránni.

Sangir eru yrktir, kvæði eru kvøðin, leikir eru framførdir, jú, áskoðararnir hava fingið valuta fyri peningin. Fantastisku luttakararnir hava fyrireikað seg og standa og trippa fyri at sleppa at framføra. Yvirbelastingin til landsroyndina hevur ikki nervað google.com og kortal.fo, sum hava koyrt púra sum vant. Bygdaskelti og staðarnøvn eru terpaði. Skipalistin og NSÍ-søgan eru endavend. Alt er til reiðar.

Fýra lið, umboðandi fýra bygdir, eru eftir í kappingini. Tey skulu kappast í tveimum hálvfinalum. Fyrst møtast Æðuvík og Saltangará og síðani Rituvík og Glyvrar. Vinnararnir hittast í sjálvari finaluni.

Til hvørt tiltakið hevur tónleikur verið framførdur. Til stóra finalukvøldið vera ongi minni enn Lena og Niclas og syngja og spæla. Niclas er vaksin upp á Glyvrum og hevur spælt við NSÍ í sínum ungu árum. Tí er talan um at vitja gamlar gøtur, men spildurnýggj og stásilig høli við fyrstafloks ljóðgóðsku.

Hóskvøldið er upplagt at fara við familjuni, vinunum, bindiklubbanum ella púra einsamallur til undirhaldandi spurnakapping í Løkshøll. Tiltakið byrjar kl. 19.00. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar frá kl. 18.00.