HEIM
26.08.2015

Fimleikurin byrjar aftur í Støkk

Eftir ein summarsteðg, byrjar fimleikurin nú aftur í Støkk. Aftur í ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at bjóða til allar aldursbólkar, millum annað eru breiddarlið fyri børn undir skúlaaldur og børn í skúlaaldri, umframt lið fyri vaksin í rútmu- og amboðsfimleiki.

Liðini byrja at venja mánadagin 31. august. Allar venjingartíðirnar síggjast á heimasíðu felagsins, www.stokk.fo

Frá Støkk gleða tey seg til eitt nýtt fimleikaár og vóna at síggja nógvar íðkarar.