HEIM
04.07.2013

Fimleikahøllin reist

Í dag varð nýggja fimleikahøllin við Løkin í Runavík reist.

Býráðslimir, bygginevndarlimir og umboð fyri teknisku umsitingina fingu eina rundvísing á byggiplássinum. Semja var um, at høllin sýndist sera rúmlig, bæði í stóra hallarrúminum til reiðskapsfimleik og í hølinum til estetiskan fimleik. Góða útsýnið úr skrokkinum, sum nú stendur, verður lítið broytt, eftirsum báðir endarnir í høllini - eystureftir móti bygdini, og vestureftir móti haganum - vera úr glasi. Síðan suðureftir móti fótbóltsvøllinum verður somuleiðis úr glasi.

Síðani varð farið oman á Sjókafeina, har Runavíkar Kommuna bjóðaði arbeiðsfólkinum í reisigildi.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, takkaði Búsetur fyri gott samstarv og fegnaðist um, at verkætlanin við fimleikarhøll við Løkin nú var komin so væl áleiðis, at reisigildi kundi haldast. Tey, ið varða av fimleikinum í økinum og eru virkin í Støkk, hava leingi ynskt sær eina rættiliga fimleikahøll, og nú væntast hon at standa liðug fyrst í komandi ári.

Hans Poulsen, byggileiðari, takkaði vegna Búsetur kommununi fyri gott samstarv og greiddi síðani eitt sindur frá verkætlanini. Fimleikarhøllin er eitt stórt byggiverk við øgiligum nøgdum av tilfari. Sperrurnar eru óvanliga stórar og sverar. Nú høllin er reist, verður farið undir at inniloka hana. Fyrst takið, og í august koma stóru vindeygapartíini. So um einar tveir mánaðir hevur bygningsverkið veruliga fingið skap.

Spennandi verður at síggja lidna verkið.

Myndarøð: {DB434C51-E03C-4607-9367-E1A1BAE37B98}