HEIM
20.08.2014

Fimleikahøllin í Runavík verður tikin í nýtslu leygardagin

Leygardagin 23. august verður nýggja fimleikarhøllin í Runavík tikin í nýtslu.

Seinastu tvey árini hevur Runavíkar Kommuna bygt nýggja fimleikahøll í Runavík. Fimleikahøllin er bygd saman við ítróttarhøllini í Runavík, og er hendan eisini høvuðsumvald.

Nýggja fimleikahøllin inniheldur eina reiðskapshøll, eina høll til estetiskan fimleik, eitt øki til liðfimleik, umklæðingarhøli, fundarhøli og fitness-øki. Høllin verður nýggja heimið hjá fimleikafelagnum Støkk, sum hevur eini 600 virknar limir.

Ítróttarhøllin hevur fingið nýtt tak, ljós, loft, gólv, flytbarar tribunur, eins og umklæðingarrúmini eru dagførd. Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur sítt virksemi í ítróttarhøllini. NSÍ og bogaskjótifelagið Ørvur halda eisini til í høllini.

Búsetur hevur staðið fyri byggiarbeiðinum, og hevur Lokale- og Anlægsfonden stuðlað verkætlanini.

Runavíkar Kommuna vónar at síggja nógv fólk á almennu móttøkuni, sum verður kl. 13 leygardagin við røðum, fimleiki, tónleiki og einum drekkamunni. Eisini verður navnið á samlaða ítróttabygninginum avdúka á móttøkuni. Frá umleið kl. 14 til 17 ber til at hyggja seg um í hallunum - hesa løtuna verður fjølbroytt ítróttavirksemið í báðum hallunum.