HEIM
21.11.2016

Fimleikahøll heilans

Vælkomuheilsan í samband við Runavík Open

Tað var Sovjetsjefurin Vladimir I. Lenin, ið umrøddi talvleikin sum fimleikahøll heilans. Hetta sást aftur í fullkomna sovjetiska dominansinum á talvborðum kring heimin heilt fram til lagnudagin í Reykjavík, táið Bobby Fischer í 1972 sópaði mótstøðuna eystaneftir av borðinum, og eyðmýkti hin sympatiska og stillføra Boris Spasskij. Kalda kríggið var í hæddini, og tað flónaði ikki ímillum partarnar av hesum dystinum ímillum stórveldini, so stóran týdning hevði hann. Sjálvur var eg 16 ára gamal tá, og meðan stríðið stóð á feltunum í høvuðsborg Íslands, byrjaði eg í Hoydølum, og har festi rættiliga í, serliga millum dreingirnar, komnir hagar úr øllum landinum, og síðani hevur talvið verið ein av mínum heilt stóru fascinatiónum, hóast man dugir lítið meiri enn mannagongdina.

Telvingin eigur eina drúgva søgu í Norðurlondum. Á ferðum teirra í Byzans og hinum árabiska kalifatinum tóku víkingarnir talvfólk heimaftur við sær, og í íslendskum skjølum sæst, at danakongur, Knút hin Stóri, longu var farin at telva í 1027.

Tað at telva hevur verið ein passión hjá nøkrum fáum føroyingum í mong Harrans ár, men fólkaítrótt bleiv leikurin ikki, hóast vit hava staðið okkum heilt væl í ymsum kappingum, eisini altjóða. Hinvegin hevur nógv verið telvað heima við hús hjá fólki og umborð á skipum. Mín meting er, at skal komast víðari fram á leið, og hesin ediligi leikurin skal gersast alra manna ogn, eigur talvið at gerast eitt fak í fólkaskúlanum.

Í økinum eystarumegin við Skálafjørðin hevur verið soltið í so máta í alt ov mong ár. Runavíkar Talvfelag var einaferð uppi á døgum, men dúrurin hevur verið væl drúgvari enn fugladúrur. Stórar hendingar hava tað við at varpa langar skuggar frammanfyri sær, og táið talvoddvitin, Finnbjørn Vang, róði framundir, at halda eina altjóða talvkapping í Runavík – Runavík Open, tá løgdu vit okkum ikki á boðini. Vit báðir varaborgarstjórin, Helgi L. Petersen, hava síðani díkt á fyri at fáa hetta í lag saman við samskipara okkara Bárði Højgaard. Mánadagin byrjar kappingin, og hon hevur longu fyri hetta - rættiliga munað í lokalsamfelagnum.

Talvfelagið í økinum vaknaði aftur úr langa dvalanum og er aftur við í landskappingini fyri lið. Í kvøldskúlanum á Glyvrum leggur Kári Sverrisson óvitum og yngri lag á, og áhugin er so stórur, at tað er ikki meiri enn, at hann stendur áhuganum kurl. Fyri kortum vitjaði stórmeistarin Helgi Dam Ziska í Løkshøll, har hann snartelvaði ímóti skúlanæmingum, og á páskum skipa vit fyri føroyameistaraskapinum í talvi fyri einstaklingar. Ein telefonsamrøða ímillum tveir hugaðar og áhugaðar menn vakti eitt potentiali, sum bara bíðaði eftir at fáa startstreym. Umframt tað, at ungdómurin er sloppin inn í fimleikahøll heilans, fara vit heilt víst um nøkur ár at síggja onkran úr økinum á fremstu røð í oddinum í føroyskari telving.

Ein tann størsta løtan í mínum egna lívi var hetta vakra summarkvøldið fyri 15 árum síðani í Roykstovuni í Kirkjubø, tá eg telvaði ímóti azerbaijananum Gary Kasparov, fløskaður upp í sovjetiska talvskúlanum, og sum enn verður mettur at hava verið besti telvarin í heiminum nakrantíð. Hann mundi vera serliga kurteisin hetta kvøldið, talvið endaði við remis, men júst hansara vitjan setti turbo á yngru telvarar okkara aftur. Hugsi at Helgi Dam Ziska er ein teirra. Talvlegendan í Klakksvík, Rani Nolsøe, fekk hann til Føroyar, men glyvramaðurin í Mentamálaráðnum mátti taka serlig fíggjarlig stig fyri at lynna undir vitjanina, og tað er ein hin besta gerðin eg enn havi verið partur av.

Sum borgarstjóri eri eg vegna borgarar okkara sera errin av og ikki minni fegin um, at Runavík Open gjørdist veruleiki, og at ein altjóða talvkapping er í býnum, samstundis sum Magnus Carlsen og Sergey Karjakin sita djúphugsnir hinumegin havið í New York og togast um heimsvaldið yvir talvinum. Við hesum fari at bjóða øllum vælkomnum til kappingina og takka mangar ferðir fyri álitið, Talvsambandið sýndi okkum. Mátti ein góð kapping verið luttakarunum til fyrimunar, og ungdómum okkara til stimbran á talvleiðini fram í fimleikahøll heilans.

Vælkomin til Runavík Open.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri