HEIM
24.03.2017

Fimleikaframvísingar hjá Støkk

Fimleikaár nr. 50 hjá Fimleikafelagnum Støkk er við at halla. Nógv tiltøk hava verið á skránni hetta fimleikaárið nú felagið fylti fimmti í november, og hetta vikuskiftið verða tríggjar fimleikaframsýningar hjá felagnum.

Leygarmorgunin kl. 11 verður framsýning við børnum undir skúlaaldur. Leygardagin og sunnudagin kl. 15 eru framsýningarnar við liðum frá 1. flokki og uppeftir. Allar sýningarnar eru í Bylgjuni í Runavík.

Felagið hevur fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, ung og eldri breiddarlið í rútmu og reiðskapi, tricking, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningini verða merki og ídnisprógv handað.

Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola. Eisini kann kaffi og okkurt afturvið keypast úti í gongini. Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.

Sí skránna fyri sýningarnar her.