HEIM
01.04.2014

Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk

Nú er tíðin komin til árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk

Felagið hevur 600 íðkandi limir, sum fara at sýna fram á trimum framsýningum. Av tí at ítróttarhøllin í Runavík er undir umvæling, verða framsýningarnar hildnar í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Fimleikaframsýningarnar verða vikuskiftið, 5.-6. apríl. Fyrsta framsýning verður leygarmorgunin kl. 11.00, tá fara børn undir skúlaaldur at sýna fram. Leygardagin og sunnudagin kl. 15.00 fara hini liðini at sýna fram.

Felagið hevur nógvan og fjølbroyttan fimleik at sýna fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, tey vanligu liðini frá 1. - 10. flokk, kvinnulið, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Merki og ídnisprógv verða eisini handað undir framsýningini.

Báðar dagar verður skipað fyri páskareggjatombola, og fæst kaffi og okkurt gott afturvið til keyps úti í gongini. Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.

Leygarmorgun kl. 11.00:

Børn og foreldur
Reiðskap gentur 5-6 ár
Gentur og dreingir 4 ár
Estetisk grundvenjing 6 ár-3. fl.
Dreingir 5-6 ár
Gentur 5 ár
Gentur 6 ár

Leygardag kl. 15.00:

1. fl. dreingir
2. fl. gentur
4 fl. gentur
2. fl dreingir
Gentur Eydnan, estetiskt kappingarlið
5. fl. gentur
Pinkur Flykran, estetiskt kappingarlið
6.-7- fl. gentur
4. fl. dreingir
Pinkur, reiðskap kappingarlið
8.-9. fl. dreingir
9.-10. fl. gentur
Gentur 5.-7. fl., reiðskap
Kvinnuunglingar Viljin, estetiskt kappingarlið
10. fl. dreingir og eldri

Sunnudag kl. 15.00:

1. fl. gentur
3. fl. gentur
Smágentur Vípan, estetiskt kappingarlið
3. fl. dreingir
Gentur 1.-4. fl., reiðskap
5.-6. fl dreingir
Pinkur Aldan, estetiskt kappingarlið
Gentur 8.-10. fl., reiðskap
Pinkur Viólin, estetiskt kappingarlið
Dreingir og gentur, reiðskap kappingarlið
7. fl. dreingir
Gentur Svalan, estetiskt kappingarlið
Toskarnir