HEIM
10.09.2012

Fimleikaárið byrjar aftur í Støkk

Eftir ein summarsteðg, byrjar fimleikaárið nú av álvara aftur í Støkk.
Estetisku liðini byrjaðu at venja fyri tveimum vikum síðani, og nú mánadagin, 10. september, byrja øll breiddarliðini at venja.

Aftur í ár vera nógv lið at fara til, m.a. lið til foreldur við børnum, børn undir skúlaaldur, børn í skúlaaldri, grundvenjingar bæði í amboðs- og estetiskum fimleiki og harumframt ymisk lið til vaksin.
Allar venjingartíðirnar síggjast á heimasíðu felagsins, www.stokk.fo

Eingin serstakur tilmeldingardagur verður, men møtt verður fyrsta venjingardag, har tikið verður ímóti luttøkugjaldinum.

Frá Støkk gleða tey seg til at byrja aftur, og vóna at síggja nógvar íðkarar.

EksternLeinkja1: http://www.stokk.fo