HEIM
06.03.2013

Fimleika kapping í ítróttarhøllini í Runavík

Føroya Fimleikasamband:

Tunnilsdagin, leygardagin, 9. mars kl. 13 verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík.
27 lið hava meldað til luttøku.
Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur kvinnuunglingar og kvinnur.

Fimleikafeløgini, sum hava meldað til, eru: Flog úr Fuglafirði, Støkk av Glyvrum, Ljósið úr Havn og Havnar Fimleikafelag úr Havn.
Kappingin byrjar við teimum yngru tvs. pinkum og smágentum kl. 13.00. Tá hendan kapping er liðug, verður heiðurmerkjahandan til yngru liðini. Kl. 16.00 kappast gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Kappingin endar við heiðursmerkjahandan til eldru liðini.

Øll eru vælkomin, fyrra kappingin byrjar kl. 13.00 og seinna kl. 16.00
kostnaður er 100,- fyri vaksin og 20,- fyri børn.