HEIM
13.11.2018

Filosofisk kvøld á Bókasavninum við Løkin

Hendan veturin hevur Bókasavnið við Løkin eina áhugaverda røð av 3 filosofiskum kvøldum á bókasavninum.

Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, hevur uppleg um ávís evni, ið eru viðkomandi í dag – og aftaná verður høvi at seta spurningar og at fáa eitt prát.

Triðja og seinasta kvøldi í røðini verður í kvøld, týskvøldið 13. nov. kl. 19. Evnið er "Nietzsche og virðiskreppan"

Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt áhugavert kvøld við filosofi – og við kaffi afturvið. Tiltakið er ókeypis!