HEIM
31.10.2018

Fíggjarætlanin fyri 2019 hjá Runavíkar kommunu

2,6% í rakstrarvøkstri, 8 túsund í barnafrádrátti og niðurgjalding av skuld

Hin 11. oktober var Runavíkar býráð savnað í Saltangará fyri at leggja fíggjarárið 2019 til rættis. Eftir drúgføran fund varð samfeld semja gjørd um, millum allar býráðslimirnar, hvussu Runavíkar kommuna skal rekast á fíggjarliga mótinum næsta ár.

Í kvøld – 31. oktober – var fyrsta viðgerð av FÆ2019 á almennum býráðsfundi. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið undir uppskotinum, og býráðið alt tók undir við tí. Onnur og endaliga viðgerðin verður á almennum býráðsfundi hin 29. november 2018.

Raksturin hækkar við 2,6%´um. Barnafrádrátturin hækkar við 1.500 krónum fyri barnið – úr 6.500 uppí 8.000 krónur. Skattaprosentið verður tað sama, ongin lántøka verður framd, hinvegin er ætlingin at gjalda skuldina niður við 13 milliónum krónum í 2019. Í løtuni er skuldin komin niður á 57% av einari álíkning. Íløgufæið í 2019 er samsvarandi ætlanini 45,6 milliónir krónur.

Íløgumegin er nýggja bryggjan undir Høgabóli liðug, bara ravmagnsparturin er eftir, og í løtuni verður grót úr Eysturoyartunlinum ført av Strondum yvir í økið norðanfyri verandi havnarlag í Saltangará. Fyrireikingar verða longu nú gjørdar til tað, at fara undir gerð av eini 40 metra breiðari rampu, til rullandi flutning, í norðara enda á oljubryggjuni, - tí verður grótið lagt soleiðis, at skjøtil kann setast á hesa verkætlan, táið grótið úr tunlinum er komið til høldar einaferð næsta ár.

Onnur verkætlan, ið liggur fyri framman, er ætlaða svimjingarhøllin. Í vikuni verður arbeiðstilfarið flýggjað fyritøkunum, sum skulu luttaka í arkitektakappingini hesum viðvíkjandi. Luttakandi arkitektarnir hava eftir tað eina freist á tríggjar mánaðir til at senda uppskot síni inn, sum eftir tað verða viðgørd í metingarnevnd, umsiting, býráðsnevndum og býráði.

8 milliónir eru settar av til útstykkingar í 2019. Arbeitt verður í Leitishaganum í Saltangará-Runavík økinum, í Rituvík, í Søldarfirði og skjótt verður farið í holt við at stykkja út á Skála. Hetta snýr seg um væl omanfyri hundrað búeindir, og rættiliga stórur áhugi er hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið í økinum. Spillivatnsætlanin heldur fram hagartil komið er á mál, og 3,8 milliónir krónur eru settar av í 2019. Væleydnaða royndin við nýggju vallarljósunum í Runavík hevur nú tað við sær, at sama skipan verður sett upp við vøllin á Skála í 2019. Frameftir ætlar Runavíkar kommuna at gera væl meiri við at røkja sínar ognir, tí er hálv sætta millión sett av til tað endamálið. Annars er eitt yvirlit yvir íløgurnar niðast í hesum skrivi.

Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2019 innanvert egnu uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2019.

Fíggjarkarmurin:
Samtyktur at vera

216.500.000 kr.

Inntøkur:
Persónsskatturin er mettur til

160.000.000 kr.

Felagsskatturin er mettur til

24.000.000 kr.

Eftirlønarskatturin er mettur til

32.500.000 kr.

   
Rakstur:
Samlaða rakstrarútreiðslan er sett til

152.400.000 kr.

Fíggjarkostnaðurin verður

5.500.000 kr.

Afturrindan av skuld er ásett til

13.000.000 kr.

   
Íløgur:
Ætlandi verða íløgur gjørdar fyri

45.600.000 kr.

   
Raksturin skipaður á økjum:
Kommunal fyrisiting

14.465.000 kr.

Almannamál (eldraøkið ítalt)

57.615.000 kr.

Børn og ung

32.627.000 kr.

Undirvísing

13.855.000 kr.

Mentamál

10.460.000 kr.

Teknisk mál

16.421.000 kr.

Kommunal virki

6.957.000 kr.

   
Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 6.474.000 krónur í yvirskoti fyri árið 2019.
Íløgurnar skivaðar á økir

- 45.600.000 kr.:

Runavíkar kommunala søga

440.000 kr.

Ábøtur, nýgerð og umvælingar av bygningum     

5.550.000 kr.

Heilsudepilin í Runavíkin

300.000 kr.

Akfør og maskinamboð                                    

980.000 kr.

Tekning og ætlan av ansingarstovni (Glyvrar)

750.000 kr.

KT-íløga í kommunalu skúlunum

500.000 kr.

Svimjihøllin                                        

1.900.000 kr.

Gula Smiðja – Ítrivshús

800.000 kr.

Ljóðútgerð í Løkshøll                                        

      250.000 kr.

Kykmyndaætlan

250.000 kr.

Fornminni                                               

300.000 kr.

Skýlið og økið kring um vøllin í Runavík

300.000 kr.

Ljós við fótbóltsvøllin á Skála

3.600.000 kr.

Ítróttarøki í Oyndarfirði                                   

300.000 kr.

Marmennilin í Elduvík                                     

250.000 kr.

Vetrarfriðing í Funningsfirði

300.000 kr.

Miðbýarætlanin                                  

3.000.000 kr.

Útstykkingar                           

8.000.000 kr.

Kirkjugarðar                           

1.895.000 kr.

Spillivatnsætlanin

3.800.000 kr.

Rimaverk um ovaru brúnna í Funningi         

185.000 kr.

Asfaltering Glyvravegur – Heiðavegur

1.700.000 kr.

Farsetingarstøð við Glyvra skúla

250.000 kr.

Gøtan um Toftavatn                                          

150.000 kr.

Gøta í Rituvík                                         

700.000 kr.

Bygdagøtan Lamba-Glyvrar (Søldarfjørður)

200.000 kr.

Ljós á bryggjuni undir Høgabóli                 

1.800.000 kr.

Keyp av gróti úr Eysturoyartunlinum       

5.000.000 kr.

Rampa til rullandi flutning við Oljubryggjuna    

1.000.000 kr.

ISPS-stik og grindir

400.000 kr.

Havnagerð á Skála                                 

500.000 kr.

Glyvra Strond                                      

250.000 kr.

 

Í dag búgva 4.021 fólk í Runavíkar kommunu, og ynskir onkur at fáa meiri at vita um fíggjarætlanina 2019, ber til at ringja á fartlf. no. 237015.

Táið FÆ2019 er endaliga samtykt á býráðsfundinum í november, verður hon í síni heild løgd út á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna.