HEIM
27.10.2016

Fíggjarætlanin 2017 endaliga samtykt

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti á fundi 27. oktober fíggjarætlanina fyri 2017. Skattaprosentið verður 22%, tað er óbroytt, og barnafrádrátturin verður kr. 5.000,- fyri hvørt barnið. Høvuðstølini eru annars hesi: Inntøkur 183,5 mió. kr. Rakstur 142,5 mió. kr. Fíggjarkostnaður 16,5 mió. kr. Íløgur 39,9 mió. kr.

Samsvarandi hesum er neyðugt at læna 15,4 mió. kr. til tess at fíggja hesar íløgurnar, men í fíggjarætlanini er samstundis innroknað ein niðurgjalding av skuld við 10 mió. kr. í 2017.

Raksturin er øktur við góðum 4,5 mió. kr. (3,2%) í mun til 2016. Vøksturin er íkomin av víðkanini á forskúla- og frítíðaransingarøkinum, eldraøkinum (1,2 mió. kr.), lækking av foreldragjaldi til vøggustovur, eykatúri á bussleiðini ímillum Skála og Runavík, lønarhækking, nýggjum starvi og prístalsvøkstri.

Samtyktu íløgurnar fyri 2017 eru hesar:

Íløgur 2017

ÍløgaKostnaður
Íløgur tilsamans í 2017:39,9 mió. kr.
Hýsing (KT)0,2 mió. kr.
Søgan um Runavíkar kommunu0,4 mió. kr
Heilsumiðstøðin0,5 mió. kr.
Dagrøktin (Doktarahúsini í Heiðunum)0,7 mió. kr.
Varðin – Skála0,6 mió. kr.
Glyvra skúli1,0 mió. kr.
Ungdómshús Runavík-Skála0,5 mió. kr.
Gøta við Toftavatn0,1 mió. kr.
Bylgjan – klædningur vestanfyri0,7 mió. kr.
Stadionskýlið í Runavík0,5 mió. kr.
Svimjihøll2,0 mió. kr.
Spælipláss í skúlagarðinum í Funningi0,3 mió. kr.
Fríøki á Skála0,5 mió. kr.
Vetrarfriðing, Funningsfjørður0,6 mió. kr.
Vetrarfriðing, Oyndarfjørður0,9 mió. kr.
Útstykkingar, - íroknað Lítlatún,
í Kass, Hjallavegur og Hórheiðar
5,5 mió. kr.
Søla av grundstykkjum-3,8 mió. kr.
Keyp av lendi4,0 mió. kr.
Kirkjugarður á Skála1,2 mió. kr.
Vatnverk, dagførd krøv0,6 mió. kr.
Vatn Æðuvík1,0 mió. kr.
Spillivatn4,0 mió. kr.
Glyvradalsvegur, asfaltering1,0 mió. kr.
Gøtuljós0,6 mió. kr.
Havnarútbygging á Høgabóli15,0 mió. kr.
Kráargil (lendingin) Rituvík1,0 mió. kr.
Niðri á Støð á Glyvrum0,3 mió. kr.

Soleiðis samtykt einmælt á býráðsfundi 27. oktober 2016

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri,
Runavíkar kommuna