HEIM
01.12.2014

Fíggjarætlanin 2015 samtykt

Tíðindaskriv
Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti á fundi 27. november fíggjarætlanina fyri 2015.

Skattaprosentið verður 22%, tað er óbroytt, og barnafrádrátturin verður kr. 5.000,- fyri hvørt barnið, meðan barnaansingargjøldini verða lækkað við uml. 5%

Høvuðstølini eru hesi:

Inntøkur 131,5 mió
Rakstur 91,380 mió
Fíggjarkostnaður 16,620 mió
Íløgur 23,5 mió

Av íløgum í 2015 kunnu nevnast:

• Framhald av vatnverkætlanini á Skála
• Framhald av spillivatnsætlanini

Inntøkurnar fyri 2015 eru mettar at liggja á umleið sama støði sum í 2014.
Raksturin er øktur við góðum 3 mió orsakað av lønarhækking og nýggjum og øktum tilboðum, sum býráðið hevur samtykt. Eisini er álagt kommununum við lóg at víðka tannlæknatilboðið upp til tey 18 ára gomlu.
Á íløgusíðuni eru tað serliga tvær stórar verkætlanir, sum eru á skránni fyri 2015. Alneyðugt er at fáa vatnverkætlanina á Skála lidna skjótast til ber, soleiðis, at bæði vestari og eystari armur á Skálafjørðinum verður framtíðartryggjaðir við vatni. Spillivatnsætlanina vilja vit eisini fremja í verki, og í 2015 stendur Skála fyri tørni.

......

Sitandi býráð hevur eisini ætlanir fyri 2016 og 2017, og hesi bæði árini er ætlanin, at hesar høvuðsíløgur verða gjørdar, umframt aðrar smærri eisini:

2016:
Vatnverkætlanin á Skála (liðugtgerð), Náttúrubarnagarðurin Søljuhjarta í Søldarfirði (liðugtgerð), spillivatnsætlan (framhald) og havnabygging Runavíkar havn (binda Kongshavn og Betabryggjuna saman).

2017:
Havnabygging Runavíkar havn (liðugtgerð), spillivatnsætlan (framhald), fyrireiking/projektering av svimjihøll.

Ætlanin er eisini at halda á við lækkingini av barnaansingargjøldunum næstu árini.

Magnus Rasmussen
borgarstjóri
1. desember 2014