HEIM
24.04.2009

Fernisering í Heimbúðini mánadagin 4. mai

Mánadagin 4. mai verður Heimbúðin á Heiðavegi 42, í Saltangará eitt ár. Í hesum sambandi verður ymiskt gjørt burturúr við góðum og fjølbroyttum tilboðum, eins og listakvinnan Maibritt Frederiksberg fer at hava fernisering í Heimbúðini.
Maibritt Frederiksberg er sera hugtikin av litum, sum fylgja mótanum, og dámar tískil best at mála modernaðar málningar, ið fylgja tíðarandanum. Hon ger tó eisini málningar fyri fólk eftir teirra tankum, hugskotum og tørvi og við teimum litum, tey ynskja.
Nakrir av málningunum kunnu síggjast á heimasíðuni www.heimbudin.biz