HEIM
09.11.2009

Ferðslutrygdarætlan í Runavík

Landsverk, Runavíkar kommuna og Politiið hava í dag undirskrivað eina samstarvsavtalu um eina samlaða ferðslutrygdarætlan fyri vegateinin "Undir Gøtueiði-Mýravegur".

Seinnapartin í dag var sjøtil settur á fyrireikingararbeiðið at ferðslutryggja høvuðsvegin frá Undir Gøtueiði til Mýravegin í Runavíkar kommunu. Komandi ferðslutrygdarætlan skal tryggja framkomuleika og ferðslutrygd hjá øllum ferðandi á hesum vegateini, t.e. bilum, tungari ferðslu - eisini hjá fólki til gongu.

Ein stýrisbólkur er settur við einum arbeiðsbólki undir sær. Arbeiðsbólkurin skal lata stýrisbólkinum eitt álit í seinasta lagi 1. apríl í komandi ári. Hvørt einstakt ferðslutrygdarátak á samlaða vegateininum skal lýsast nágreiniliga.
Arbeiðsbólkurin fer beinanvegin í gongd við at kortleggja verandi støðu og lýsa teir trupulleikar, ið eru á hesum vegastrekki. Við støði í ferðsluteljingum, ferðmátingum, óhappsskrásetinginum fer arbeiðsbólkurin gera eitt uppskot um ferðslutrygdartiltøk, ið kunnu betra um ferðsluumhvørvið.

Fyri at fáa eina so optimala loysn sum til ber, verður skipað fyri tveimum lokalum borgarafundum - ein borgarafundur verður í byrjanini og ein, tá ið eitt ítøkiligt uppskot fyriliggur. Hetta skal viðvirka til, at loysnin vónandi fær longri livitíð, og verkætlanin annars útvíklar seg tann vegin, sum lokalsamfelagið ynskir tað. Hesi gerast soleiðis eisini partur av tilgongdini. Kunngjørt verður í góðari tíð frammanundan, nær og hvar borgarafundir verða.