HEIM
25.05.2019

Ferðslan við Glyvra skúla

Ávísar tíðir á degnum eru ferðsluviðurskiftini kring um Glyvra skúla als ikki nøktandi. Tað vita tey flestu, sum aka um hesar leiðir. Serliga ringt er tað á morgni, tá ið skúlagongdin byrjar. Bussar koma til og frá, foreldur koyra børnini í skúla, lærarar o.o. koma í egnum akførum, ið skulu parkerast, onnur á hjólhesti ella til gongu og samstundis skal rúmið hýsa kollektivu ferðsluni hjá Bygdaleiðum og vanligu ferðsluni út- og inneftir Glyvravegi, - júst um tað mundið, táið fólk eru á veg í vinnu.

Skúlin, skúlastýrið og kommunan hava í longri tíð samskift um hesa avbjóðingina. Mentanar- og tekniska nevndin saman við teknisku deildini hava viðgjørt málið í rúma tíð, og hin 31. januar í ár var málið búgvið til umrøðu og avgerð í býráðnum.

Fyri at fáa nógmikið av rúmi til ætlanina var neyðugt at taka økið, har sum Glyvra Bio stóð, uppí høpið. Fleiri tekniskir møguleikar hava verið umrøddir, og loysnin, sum nú er vald, hevur til endamáls, at:

-bøta um trygdina fyri gangandi frá gongubreytini sunnanfyri og inn til skúlan
-bøta um trygdina á avsetingarøkinum, við at børn kunnu setast av móti gongubreyt
-skipa avsetingarøkið, so tað er greiðari, hvussu man ferðast / koyrir á økinum.

Tað er longri millum innkoyring og útkoyring, og rúmligari inni á avsetingarøkinum. Hetta viðførir vónandi minni trongsul á vegbreyt og inni á økinum - serliga í ferðsluni á morgni.

Tað verða ikki fleiri støðupláss, men væl betri umstøður hjá teimum sum koma til og frá, serliga táið ferðslan er sum mest. Spakin er settur í, og væntandi verður arbeiðið liðugt seinri í ár.