HEIM
17.07.2018

Ferðslan í sambandi við árliga Laksatorgið

Laksatorgið verður í ár flutt oman á havnarlagið við bátahylin á parkeringsøkinum uttanfyri Faroe Origin. Tríggjar tær sunnastu parkeringsrekkjurnar verða tískil stongdar frá mikukvøldinum 18. juli og til sunnudagin 22. juli.

Laksatorgið letur upp leygardagin 21. juli kl. 10.00 og tá verður vegurin oman á økið stongdur fyri almennari ferðslu fram til kl. 20.00.

Eru ivamál, er møguleiki at seta seg í samband við Visit Runavík á visit@runavik.fo ella á tlf. +298 417060.