HEIM
21.07.2008

Ferðamannaskipið Alexander Von Humbolt II vitjar

Skipið hevur umleið 500 ferðafólk umborð og kemur at liggja við Kongshavn í nakrar tímar.

Í samband við vitjanina eru bussferðir fyriskipaðar av Hoyvíking Tours, og nógv ferðafólk hava teknað seg til túrarnar. Vit vilja tó gera karmarnar so góðar sum gjørligt fyri tey, ið eru eftir í býnum. Tí fer ein sokallaður shuttle bussur at koyra ferðafólkini niðan í býin, og runt í býnum, so at tey fáa mest møguligt burturúr tímunum, sum tey hava her.

Fyri at gera tað lættari fyri ferðafólkini at leggja pening eftir seg, vilja vit heita á allar handlar og matstovur, um at taka ímóti evrum ella verða klár at umrokna okkara krónur til evrur.

Vit skulu minna tykkum á bert at taka ímóti seðlum og ikki myntum. Eisini vilja vit minna tykkum á at taka hædd fyri at tað kostar at veksla evrurnar um til krónur aftur.

Vit kunnu upplýsa at miðal kursurin fyri evruna er 7,46 og at tað kostar 30 krónur at veksla um.

Vit her á Kunningarstovuni royna at gera okkara til, at ferðafólkini fáa eina góða uppliving í Runavík og í Føroyum. Vit vóna, at vitjanin gongur væl, soleiðis at vit í framtíðini fáa fleiri ferðamannaskip at vitja Runavíkina.