HEIM
13.05.2019

Ferðamannaskip til Runavíkar í dag

Kl. 12.00 í dag kemur ferðamannaskipið Spitsbergen hjá norska reiðarínum Hurtigruten inn á Runavíkar Havn. Skipið fer at liggja við kai frá kl. 12.00 til 20.00 í kvøld. Hetta er sama skip, ið eisini vitjar í Elduvík mikudagin 15. mai.

Spitsbergen er 100 m langt og umborð eru 159 ferðafólk úr Norra, Týsklandi, Fraklandi, UK og USA. Umboðsfelag hjá Spitsbergen í Føroyum er Faroe Ship.

Runavíkar Havn og Visit Runavík fara at taka væl ímóti gestunum frá Hurtigruten.​