HEIM
09.10.2013

Feløgini skipa ítróttina og felagslívið, – kommunan lynnir undir fyritreytirnar.

Skiftandi býráð í Runavíkar kommunu hava í mong Harrans ár rikið ein sera aktivan ítróttarpolitikk. Økið fevnir víða í ymsum ítróttargreinum, og semja hevur altíð verið um, at stuðla feløgunum í ymsu ítróttarbrigdunum eftir einum og sama frymli, og higartil hava vit havt ta fatan, at stórt nøgdsemi hevur verið við skipanina og upphæddirnar, sum borgarin á henda hátt hevur lynt undir feløgini við - fyri at menna eina sunna sál í einum sunnum likami.

Sæð í hesum ljósinum harmast Runavíkar Kommuna almikið um, at nevndin í Hondbóltsfelagnum Tjaldur fríggjakvøldið í seinastu viku valdi at siga seg frá. Táið nakað av orðaskifti hevur verið um hesa bráðkomnu støðu í loft- og sosialum miðlum, hava vit valt at gera hesar fáu viðmerkingar í almenna rúminum:

Tjaldur hevur verið í fremstu røð í bestu kvinnudeildini og hevur í gerandisdegnum røkt eitt dygdar- og munagott ungdómsarbeiði, og hevur felagið á henda hátt verið ein týðandi partur av teimum frítíðartilboðum, sum eru og eiga at vera til børn og ung í kommununi.

Nú fráfarna nevndin í Hondbóltsfelagnum Tjaldur hevur lagt kommununa undir ikki at útvega felagnum nøktandi karmar, og sigst hetta vera orsøkin til, at nevndin í bráðskundi valdi at leggja ábyrgdarsessirnar í leiðsluni frá sær.

Tað kennist margháttligt, undarligt, at ein ítøkiliga avmáldur stuttíðartrupulleiki - tað at muga samskifta og samvirka um ítróttarhøllina á Skála við eitt annað felag í nakrar mánaðir, meðan karmarnir hjá júst sama felag verða dagførdir og mótvegis framtíðini betraðir munandi - skal vera orsøkin til, at nevndin leggur frá sær, og at tað í ramasta álvara verður tosað um, at felagið og tess virksemi møguliga má leggjast niður.

Runavíkar Kommuna hevur víst Tjaldur á eina ítøkiliga loysn, meðan høllin í Runavík verður dagførd. Teir 26½ tímarnir, ið eru settir av til hondbólt í høllini á Skála, skuldu eftir ætlan nýtast av StÍF og Tjaldur í felag. Eftir var bert at avtala eitt skynsamt samstarv millum feløgini. Somuleiðis hevur kommunan útvega Tjaldur fimleikarhøllina í Søldarfjarðar skúla at nýta til sítt virksemi mánadag, mikudag og fríggjadag hesa tíðina, bíða verður eftir umbótini og nýgerðini í Runavík

Leikluturin hjá kommununi er at stimbra og stuðla ítróttina við góðum kringumstøðum og kørmum. Runavíkar Kommuna leggur sum sagt stóra orku í at menna ítróttarfasilitetirnar í kommununi. Gøtan við Toftavatn verður nógv nýtt av fólki, sum gongur ella rennur. Seinastu árini hevur verið arbeitt við at klæða ítróttarhøllina á Skála av nýggjum. Graslíkisvallirnir í Runavík og á Skála eru skiftir i ár. Hópurin av sparkivøllum eru komnir og koma í kommununi.

Størsta einstaka íløgan er tó nýggja fimleikahøllin við Løkin. Tann mest framkomna í landinum. Umframt umstøður til fimleik, eru felags umstøður til fundarvirksemi, sum øll feløgini á økinum, eisini Tjaldur, koma at hava nýtsluatgongd til. Tjaldur hevur verið partur av bygginevndini fyri nýggju fimleikahøllina. Verandi ítróttarhøll í Runavík verður í løtuni longd, víðkað, dagførd og umvæld, soleiðis, at hon betri nøktar tørvin hjá júst hondbóltinum. Í løtuni er økið við hallirnar eitt stórt byggipláss, men samlaða arbeiði verður eftir ætlan liðugt, táið komið er nakað inn í 2014. Hesum átaki og avleiðingunum hava allir partar vitað av í eitt longri tíðarskeið. Eisini at neyðugt var at rætta inn eftir hesum í byggitíðini.

Runavíkar kommuna lutar út ítróttarstuðul á hvørjum ári, sum tekur støði í virkseminum hjá einstøku feløgunum. Eisini tá feløg hava verið illa sperd fíggjarliga, hevur kommunan samstarvað við tey og hjálpt teimum á føtur aftur. Hondbóltsfelagið Tjaldur er onki undantak í so máta. Kommunan hevur víst stóra vælvild og tol í samband við hallarleigu, og var so stutt sum fyri tveimum árum síðani við í eini ætlan, ið skuldi bjarga felagnum fíggjarliga.

Runavíkar kommuna arbeiðir soleiðis alsamt og áhaldandi fyri at betra fyritreytirnar hjá ítróttarfeløgunum í kommununi at virka, - bæði við nútíðarhóskandi kørmum og fíggjarligum stuðli.

Tað verður kortini ongantíð uppgávan hjá einari kommunu at reka ítróttar- ella onnur áhugafeløg. Tað mega eldsálir og samtøk av hugaðum fólki gera, sum duga at fyriskipa og sum hava áhuga fyri ítróttini, ið eitt felag umboðar. Tørvurin á treystari fíggjarligari leiðslu er eisini eyðsýndur. Alt ov ofta hava vit kring um landið sæð júst henda tørvin sum bágan, ið gjørdi, at tíðaravmáldur stígur kom í virksemið hjá einum felagsskapi.

Runavíkar Kommuna vónar, at fólk í økinum, ið eru góð við hondbóltin, taka seg saman, soleiðis at virksemið ikki fer fyri bakka. Hølisumstøðurnar hjá hondbóltinum í Runavík verða komandi ár so góðar sum ongantíð fyrr, og harvið skuldu verið bestu fyritreytir fyri einum virknum og kappingarførum hondbóltsfelagi í Runavík, ið kann menna ungdómarnar í økinum uppaftur meira í hesi siðvandu ítróttargrein í økinum eystaru megin á Skálafjørðinum.

við frændakvøðu

Tórbjørn Jacobsen,
virkandi borgarstjóri.