HEIM
07.11.2017

Felags ráðlegginardagur í Løkshøll

Í dag verður skipað fyri ráðleggingardegi í Løkshøll. Tað eru dagstovnarnir og frítíðarskúlarnir í Eysturoy, Hósvík, Hvalvík og Dagrøktin í Runavík, sum í ár eru saman um hendan dagin. Áleið 270 starsvfólk innan økið eru til dagin.

Undirvísari er ergoterapeuturin Connie Nissen. Connie er úr Danmark, og hevur granskað nógv innan sansamotoriska økið hjá børnum.

Tað eru Kára Løkin, Marjun E. Højgaard, Bjørg Rasmussen og Nancy Poulsen, ið hava skipað fyri degnum, og hava fingið Connie Nissen heim til tiltakið.