HEIM
06.12.2012

Faroexpo verður hildið aftur í 2013

Stýrið fyri Faroexpo hevur nú ásett dagarnar fyri komandi vinnustevnu. Avgerð varð tikin um at skipa fyri Faroexpo frá 23. til 25. oktober 2013.

Faroexpo 2012 eydnaðist sera væl. Umframt at hugskot eru komin frá ymsu luttakarunum um, hvussu Faroexpo kann gerast enn betur, hava fyrireikararnir fingið nógvar positivar afturmeldingar. Fleiri av fyritøkunum hava eisini víst á ítøkilig úrslit frá síni luttøku á partenariatinum. Útlendsku og føroysku luttakararnir vóru sum heild sera vælnøgdir við luttøkuna. Nøgdsemið kann metast út frá eftirmetingunum, ið vóru gjørdar fyri hvørja einstaka fyritøku.

Fyritøkan VRG, sum hevur staðið fyri samskipanini av Faroexpo øll átta árini, kann nú boða frá, at arbeiðið við at leggja til rættis Faroexpo 2013 so smátt er byrjað. Vinnustevnan verður sostatt hildin 9 árið á rað frá 23. – 25. oktober 2013.