HEIM
02.12.2009

Faroexpo verður aftur í 2010

Stýrið fyri Faroexpo hevur nú fastlagt at vinnustevnan Faroexpo verður hildin í døgunum 18. - 21. oktober 2010, sama tíðarskeið sum undanfarnu ár.

Faroexpo 2009 eydnaðist sera væl. Útlendsku og føroysku luttakararnir vóru sum heild sera vælnøgdir við luttøkuna. Nøgdsemið kann metast út frá eftirmetingunum, ið vóru gjørdar fyri hvørja einstaka fyritøku.

Fyritøkan VRG, sum hevur staðið fyri samskipanini av vinnustevnuni øll fimm árini, kann nú boða frá, at arbeiðið við at leggja til rættis Faroexpo 2010 er fari í gongd.