HEIM
27.09.2011

Faroexpo Ráðstevnan 2011

Vinnan í føroysku framtíðini er heitið á Faroexpo Ráðstevnuni 2011. Ráðstevnan verður hildin mikudagin 26. oktober frá kl. 13.00 - 16.30 í Løkshøll. Hesin partur av vinnustevnuni Faroexpo er almennur.

Fimm ymiskir fyrilestrar fara at lýsa høvuðsevnið á hvør sín hátt og út frá ymiskum sjónarhornum.

Fyrilestrahaldarar eru Joan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, Tórbjørn Jacobsen, politikari og havnarmeistari, Maibritt Højgaard, sálarfrøðingur Rambøll Management Attractor, Hans Andrias Sølvará, lektari í søgu og John Rajani, stjóri í BankNordik.

Tilmelding á www.faroexpo.fo