HEIM
23.03.2012

Fá pláss eftir til málningaframsýningina í Skúlanum við Løkin

Tað er sera stórur áhugi fyri málningaframsýningini, sum KFUM- skótarnir við Løkin í Runavík skipa fyri. Framsýningin verður á páskum og longu nú hava heili 27 listafólk boða frá luttøku við umleið 125 málningum, men enn er møguleiki at útstilla á framsýningini, freistin at melda seg til er 01. apríl.

Málningaframsýningin er opin fyrsta og annan páskadag frá kl. 15.00 til kl.19.00

Tey ið ynskja at fáa meira at vita um málningaframsýningina kunna venda sær til Adrian Dalsá ella Harry Knudsen, sum hava ábyrgdina av listafólkunum.

Peningurin ið kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til bygging av nýggjum Skótahúsið í Runavík.