HEIM
07.06.2019

Eysturoyartunnilin: Síðsta skotið í dag

Í dag fríggjadagin 7 juni kl. 18.00 verður alment hátíðarhald í samband við, at síðsta skot í Eysturoyartunlinum verður latið av.

Hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja, tá seinasta skotið verður latið av. Skotið verður latið av 5.274 metrar inn í Eysturoyartunlinum, Hvítanes megin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, so í staðin er tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi.

Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis.

Skráin fyri hátíðarhaldið her henda:

1. Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.

2. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu.

3. Niklas Foldbo, ein av í verksetarunum av Eysturoartunlinum heldur røðu.

4. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri letur seinasta skot av í Eysturoyartunlinum.

Í samband við tiltakið, verður tónleikur og bjóða verður til ein drekkamunn.