HEIM
15.11.2012

Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri vinnutingi á Skála

Í morgin fríggjadagin 16. november skipar Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi í hølum hjá El-Service á Skála.
Felagið skipar fyri fleiri vinnutingum um árið ymsa staðnis í oynni og er hetta tað seinasta í ár.
Vinnutingið byrjar kl. 15.00 og endar kl. 16.30. Á skránni eru tríggir smærri fyrilestrar. Fyrst á skránni er John Eli Olsen, stjóri á El-Service, sum fer at greiða frá um teirra virksemi, síðan fer Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, at hava eina framløgu um Articon og Byggi Service. At enda fer Gunnar Justinussen at greiða frá, hvussu tað er at reka føroyska fyritøku í Íslandi. Aftaná verður møguleiki at síggja nýggja sjógvhitaanleggið í bygninginum hjá Articon á havnarlagnum á Skála
Í alt 102 fyritøkur, kommunur og havnir í Eysturoynni eru limir í Eysturoyar Vinnulívsfelag. Pláss er fyri enn fleiri, so um áhugi er fyri at gerast limur, ber til at fáa kunning hesum viðvíkjandi á www.evf.fo.