HEIM
15.11.2013

Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri vinnutingi á Bakkafrost í dag

Í dag 15. novembur skipar Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi í hølum hjá Bakkafrost á Glyvrum.
Vinnutingið byrjar kl. 15.00 og endar kl. 16.30. Á skránni eru tríggir smærri fyrilestrar. Fyrst á skránni er Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum fer at greiða frá Bakkafrost í dag og framyvir, síðan fer Dakko, sum umboðar fyritøkuna Univice, at hava eina framløgu um teirra virksemi. At enda fer eitt umboð frá Fiskaaling at tosa um Fiskaaling í vinnuligum høpi.

Felagið skipar fyri fleiri vinnutingum um árið ymsa staðnis í oynni og eru tiltøkini bert fyri limir í felagnum. Í alt 105 fyritøkur, kommunur og havnir í Eysturoynni eru limir í Eysturoyar Vinnulívsfelag. Pláss er fyri enn fleiri, so um áhugi er fyri at gerast limur, ber til at fáa kunning hesum viðvíkjandi á www.evf.fo.