HEIM
23.01.2013

Eysturoyar Vinnulívsfelag – eitt virki felag

Í alt 102 vinnufyritøkur, kommunur og havnir í Eysturoynni eru nú limir í EVF. Listin yvir limir sæst á heimasíðuni www.evf.fo.
Pláss er fyri enn fleiri, so verið vælkomin at tekna tykkum sum lim í dag og luttakið á aðalfundinum hjá felagnum í kvøld kl. 19.00.

Ársaðalfundurin verður hildin í kvøld kl. 19.00 í hølum hjá Estra í Syðrugøtu. Umframt skrá sambært viðtøkum, verða tvær framløgur á skránni beint eftir fundin. Kristoffur Laksá, stjóri á Estra, fer at tosa um virksemið á Estra/Vasti og Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari á Varðanum í Gøtu, fer at hava eina framløgu undir heitinum Vinnan og almenn vælferð.

Eysturoyar Vinnulívsfelag hevur eini 5-6 limatiltøk um árið, umframt aðalfundin verður skipað fyri 3 vinnutingum, einum árligum EVF-fundi, og okkurt árið verða eisini størri ráðstevnur fyriskipaðar av felagnum. Flestu tiltøkini, burtursæð frá árliga EVF-fundinum, verða hildin úti hjá limafyritøkunum. Vinnutingini verða hildin 3 fríggjadagar um árið, og eru tey eitt forum, har vinnulívsfólk í Eysturoynni hittast til prát og fyrilestur um eitthvørt viðkomandi evni. Limirnir møta serstakliga væl upp til tiltøkini, og eru tiltøkini ein gyltur møguleiki hjá vinnufyritøkum í Eysturoynni til at fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum.

Í løtuni er nevndin mannað av Eyðun Hansen, form., Rodmundi Nielsen, næstf., Regin Jacobsen, kassameistara, Eli Lassen, Bergur Poulsen og Haldur Vang.