HEIM
18.12.2014

Eysturoyar røktar- og ellisheim avhenda til Skálafjarðarsamstarvið

Í gjárkvøldið samtykti stýrið fyri Eysturoyar røktar-og ellisheim at avtaka sjálvsognarstovnin og avhenda allar ognir stovnsins pr. 1. januar 2015 til Skálfjarðarsamstarvið. Stýrið hevði sostatt sín seinasta fund í gjár.

Skálafjarðarsamstarvið, sum er samstarvið um eldraøkið hjá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunum fara eftir 1. januar at eiga og reka Eysturoyar røktar-og ellisheim. Røktar- og ellisheimið gerst sostatt partur av eldraøkinum hjá samstarvinum.

Í samband við yvirtøkuna av røktar- og ellisheiminum, fer Skálafjarðarsamstarvið at gjalda eina kompensatión á knapt 23 mió kr. til Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Eiðis kommunu og Sunda kommunu, sum hava verið partar av ognarfelagsskapinum og umboðaði í stýrinum.

Avhendanin av sjálvsognarstovninum til Skálafjarðarsamstarvið, fær ongar fylgjur fyri tey búfólk, ið longu búgva á stovninum. Hesi hava øll rætt til at vera verandi á stovninum.

Eftir 1. januar kunnu onnur samstørv keypa borgarum sínum pláss á Eysturoyar røktar-og ellisheimið. Skálafjarðarsamstarvið hevur gjørt avtalu við samstarvið Eysturkommuna og Fuglafjørður, at hesi tey næstu 5 árini binda seg til at keypa pláss á Eysturoyar røktar-og ellisheimi um tørvur er á tí, og pláss eru tóm.

Skálafjarðarsamstarvið sær fram til at yvirtaka eldraøkið frá landinum, og var yvirtøkan av Eysturoyar røktar-og ellisheim ein týðandi liður í hesi gongdini.