HEIM
28.09.2007

Eysturoyar gongufelag

Kristian Martin Eliasen, um Noregstúrin, ið Eysturoya gongufelag hevur verið á, í Heyst.

Eysturoyar Gongufelag í Bergen 2007.

Fóru avstað hósdagin 20 sep., og komu til Bergen fríggjadagin 21. sep. kl. 20.00.
Sama kvøldið fóru vit niðaná Fløjen . Ein vøkur sjón at síggja Bergen úr hæddini eitt góðveðurskvøld.
Leygarmorgun kl. 10. kom ferðaleiðarin. Hon gekk við okkum í tí elsta av Bergen og greiddi frá,
millum annað um Sverra konga.
Vit vitjaðu Bryggen og fingu mangt forvitnisligt at vita.
Seinast fóru vit á Hanseatisk-museum.

Vit vóru øll 33 sera vælnøgd við túrin, sum myndin sigur frá.

Eysturoyar gongufelag hevur í ár, gjørt 13 túrar í Føroyum og 1 túr í Noregi.
Luttakaratalið er um 30 fólk hvønn túrin.

Ynskir tú at gerast limur í Eysturoyar gongufelag, kann tú seta teg ísamband við Kunningarstovuna í Runavík