HEIM
13.09.2007

EYSTUROYAR DANSIFELAG

EYSTUROYAR DANSIFELAG

Skráin 2007-2008

Vanliga dansa vit í Hæddini, Saltangará, fríggjakvøld við hesi skrá:

19/10-07 Vit práta um dansin í vetur, og so leggur Kathrina, formaðurin, fyri við Norsku løvu, sum fyri skjótt 300 árum síðani, um ársskiftið 1707/08, legði beinini á Lambavík.
Jeg ser så mangt et orlogsskib, Danske kæmpev. Hans Poulsen
Vertir: Nevndin.

26/10 Vitja á Ellisheiminum í Runavík kl 19.00, halda so fram í Hæddini.
Regin smiður, til 29.ør. Stígum fast. Joen Carl Danielsen.
Her nógv er at gera, Sangbók Føroya Fólks. Margretha Knudsen & Kára Rasmussen.
Vertir: Pálin & Beinta.

02/11 Gudbrandskvæði, Nýggja kvæðabókin 1. Louis Houmann.
Jeg ser så mangt et orlogsskib, (endurtøka).
Vertir: Julianna & Anna T.
9/11 Barnadansur – byrja kl. 20.00.
Det er i nat en vågenat, til 18. ørindi, Danske kæmpeviser. Joen Carl.
Kom venner, lader os betragte, kopi. Dia Ellindsson.
Vertir: Sunneva & Elsa.

16/11 Dansifelagið í Havn vitjar. Byrjað verður vanliga tíð, steðgað verður á
kl.23.30 at fáa ein bita, og so halda vit fram eina stund.
Seyðamaðurin á Sondum, Nýggja kvæðabókin 2. Andras Hansen.
Vertir: Nevndin.

23/11 Karin Brattaberg úr Vági kemur at kvøða samanvið okkum. Hon fer eisini at práta um at kvøða vísur.Jeg ser så mangt et orlogsskib (endurtøka), og Vågenat, restin.
Vertir: Poula M. & Karolina.

30/11 Gáturíma, kopi. Hjalmar Juul. Vit taka ymiskar tættir: Strandatátt, Dagur dettur av degi, Barjamutáttin, O, kan du ikke mindes, og fleiri.
Vertir: Anna Maria & Helena.

07/12 Brestiskvæði, Nýggja kvæðabókin 1. Høgni Debes.
Regin smiður 30. – 60. ørindi (framhald).
Vertir: Simona & Marita P.

12/01-08 Leygarkvøld í Funningi. Norðstreymoyingar bodnir við. Byrjað verður kl. 20.

18/01 Vit fara til Haraldssunds við bussi úr Hæddini kl. 21.00.

25/01 Hugnakvøld við døgurða, kl. 20. Kostnaður 100 kr. Tekning. Harpuríma, Grør so fagurt. Anna Sørensen & Sanna Hansen.Der går dans på Ribergade, Danske kæmpev. L. Sørensen.

01.02 Aðalfundur kl. 21.00, skrá eftir lógini. Eftir fundin kvøða vit.
Viðmerkingar:
Vit hava roynt at gera eina lætta skrá – tí mest kent tilfar. So hava vit sett okkum tað sum mál, í vetur at læra okkum eitt kvæði og eina vísu so væl, at tey sita rimmarfast: Regin smið (fyrru helvt), eitt av okkara allarbest kvæðum, ið er lætt at læra, tí tað er so væl yrkt; og Jeg ser så mangt et orlogsskib, eina vakra vísu við ikki minni vøkrum lag - og so er hon bara 31 ørindir. Vit ætla okkum ikki at gloyma alt tað, sum var á skránni seinasta vetur og fyrr. Tað verður eisini tikið fram aftur, so vit hava okkurt at gleða okkum til!

Í mentanarvikuni hjá Runavíkar kommunu síðstu viku av oktober verður okkurt gjørt Norsku løvu til heiðurs, og tá fara vit at kvøða um hesa stoltu skútu. Kanska gera vit ein vørr um sjálvt ársskiftið við.

Tað verður hugsað um at gera dansiferð til Noregs næsta summar, so hetta mál verður til umrøðu tíðliga á vetrinum.

Tey vanligu kvøldini verður dansað frá kl. 21 til midnátt
Aftrat hesum kvøldum koma so nýggjárskvøld og fastalávints mánakvøld. Hesi bæði kvøld er opið kl. 22 – 01.

Um tað ikki liggur fyri hjá vertunum ásett kvøld, kunnu teir kanska siga frá ella býta um við onkran annan. Vit møta stundisliga, so vertirnir sleppa til hús í sámiligari tíð. Limirnir eru meir enn vælkomnir at hava gestir við.

Onnur almenn dansikvøld, sum vit vilja vísa til:
Í Kollafirði, september, Norðstreymoyar dansifelag,
trettandadans í Sjónleikarhúsinum, Tøkum lætt,
fastalávints leygarkvøld, Dansifelag Kaggans,
dansinátt í Norðlandahúsinum hin 7.juli.

Havleikur, hin norðurlendska dansistevnan, verður næsta summar her í Føroyum, 8. – 12.juli.

Limagjaldið fyri 2007, sum er 100 krónur, verða tit biðin um at flyta –
helst áðrenn 1.juli - á konto í Føroya banka: 6460 407 961 4
Set kross, tá ið goldið er

Vinarliga
Nevndin:

Kathrina Hansen, formaður, tlf. & fax 422167 kath_han@hotmail.com
Andras Hansen, næstformaður, tlf. 441486, andras-h@post.olivant.fo
Margreta Knudsen, tlf. 447164/220521
Kára Rasmussen, tlf. 447540 jsrkr47@post.olovant.fo
Jens Dalsgaard, skrivari, tlf. 447765/217765 jensdalsgaard@skulin.fo
Joen Carl Danielsen, tlf. 258914, kassam. (ikki í nevndini).

Felagið er stovnað í 1969 og hevur til endamáls at savna fólk saman til góðan føroyskan dans og stimbra áhuga fyri dansinum. Limatalið er gott og væl 160, og vanlig kvøld eru vit 25 – 55 fólk í dansi.