HEIM
22.04.2013

Eysturoyar dansifelag

Leygardagin tann 11.mai verður LANDSDANSISTEVNAN 2013. Tá stevna fólk, ið dansa føroyskan dans í dansifeløgum um alt landið – og Keypmannahavn við – til Runavíkar, at halda stevnu. Stevnan verður sett kl 17.00 við ráðhúsið, og aftaná verður – um tað viðrar - eitt stutt kvæði tikið. Seinni verður veitsla í Ítróttarhøllini. Setanin er almenn.

Í sambandi við landsdansistevnuna verður skipað fyri trimum almennum tiltøkum:

25.apríl - Bókasavnið við Løkin: Kvæðabøkur og kvæðasøga.
Framsýningin letur upp eftir flagdagshaldið í Runavík, umleið kl 16.00
Byrjað verður við eini lættari vísu. So setur Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring, framsýningina. Aftaná verður spákað út til Toftavatn, har børn skipa Nykursvísu. So verður gingið í erva til gamla próstagarð á Nesi, har Sjóvarbóndin var føddur og vaks upp. Vit kvøða nøkur ørindir av Orminum langa, og Jógvan Ingvard Olsen greiðir stutt frá. Har verður ein kaffimunnur at fáa.

27.apríl - Í Gøtu
Samlast kl. 14.00 við Blásastovu í Norðragøtu og kvøða vísuna um Vågen. Í Glyvra Hanusar húsi fæst ein kaffimunnur. Árant Hansen greiðir stutt frá um búsetingina har. So verður koyrt út á Gøtueið og spákað oman til Hólheygar, har vit kvøða ein part av táttinum um Lorvíks Páll, ið kom framvið har á havnarferð síni á sinni.

4.mai - Norska Løva
Hittast kl 14.00 í Lamba, úti á Heyggj, har Norska Løva legði beinini
nýggjársaftan 1707. Vit kvøða nøkur ørindir av "Kom frem i denne tid," sum ein av manningina á Norsku løvu skal hava yrkt. Magnus Rasmussen, býráðsformaður, fer at hugleiða um Norsku Løvu og Lamba. So verður høvi at fara út á Bókasavnið við Løkin, har kvæðabókaframsýning er.

EksternLeinkja1: http://www.eystdans.fo