HEIM
11.06.2012

Eystanstevnukabarettin “Av leiðum í Heiðum”

So er eystanstevna og eins og undanfarin ár, er eystanstevnukabarettin á skránni.
Leikarar og onnur áhugaði savna tilfar og yrkja sangir gjøgnum árið, og aftur hesaferð er nógv at taka av.

Vit kunnu vænta okkum eina stuttliga kabarett við nógvum lokalum og almennum tilfari. Nógv er at tríva í, og sjálvsagt fær fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging nógva umrøðu. Vitja verður í einum av lokalu handlunum, har keypmaðurin veit um mangt og hvat og er hollur í ráðum. Nógv kend fólk koma á gátt hjá áðurnevnda keypmanni.

Seinasta árið hava sjónvarpssendingar sum X-factor og Mælt verið vælumtóktar. Men hvussu mundu okkara lokalu havt klára seg í tílíkum sendingum? Tað hevur kabarettbólkurin sett sær fyri at kanna, og fleiri kend fólk fara at framføra og fáa dóm fyri framførslur sínar. Spennandi verður at vita, um m.a. kendur æðuvíkingur og prestur hava "x-factor"!

Umframt sketsjurnar eru lýsingar aftur á skránni, og hvør man fara at lýsa á lýsingartorginum í ár?

Leikararnir til kabarettina eru stórt sæð teir somu sum undanfarin ár, men onkur "styrkur" er komin afturat. Sangir og tættir eru yrktir til kabarettina. Lokalir tónleikarar spæla til framførslurnar, og ein av okkara lokalu sangarum fer at syngja. Eisini fara fimleikarar at framføra og dansa.

Vælkomin á eystanstevnukabarettina "Av leiðum í Heiðum".

Kabarettin verður sýnd:
Mánadagin 11. juni kl. 19
Týsdagin 12. juni kl. 19
Mikudagin 13. juni kl. 20

Atgongumerki á 150 kr. kunnu keypast á Kunningarstovuni ella undan sýning.