HEIM
13.06.2013

Eystanstevnan um vikuskiftið

Eystanstevnan hevur aftur í ár nógv at bjóða stevnugestum til álvara og gaman. Eystanstevnan byrjar hósdagin 13. juni við heilsurenning og heldur síðani fram alt vikuskiftið við báta- og kampingtreffi, karnivali, framførslum og øðrum undirhaldi.

Heimasíðan www.eystanstevna.fo er dagførd í samband við stevnuna, har kunnandi tilfar um ymsu feløgini, ið eru við til at leggja stevnuna til rættis, er at finna. Frágreiðingar um tiltøkini og stevnuskráin er eisini at finna á síðuni.

Vit síggjast í vikuskiftinum til eina góða Eystanstevnu!