HEIM
06.06.2012

Eystanstevnan nærkast

Í vikuskiftinum verður Eystanstevnan í Runavík.

Longu hóskvøldið er heilsurenning og síðan fótbóltsdystur millum Nes Kommunu og Runavíkar Kommunu á skránni.

Hilmar Jan Hansen setur stevnuna fríggjakvøldið kl. 19.45 á torginum.

Frá kl. 19 er ein stórur karnevalur við litum, góðum hýri, larmi og dansi á stevnuøkinum. Evnið í ár er PINK.

Hópin av stevnutiltøkum eru á skránni alt vikuskiftið. Meiri kann lesast um tiltøkini á heimasíðuni hjá Eystanstevnuni www.eystanstevna.fo