HEIM
27.05.2019

Eystanstevna verður í Runavík 14.-16. juni

Ítróttafeløgini hava tikið avgerð um at halda Eystanstevnu í Runavík vikuskiftið 14.-16. juni 2019.

Endaliga skráin verður tøk vikuna áðrenn stevnuna, og sagt verður, at skráin verður minst líka fjølbroytt sum í fjør.

Longu nú er greitt, at stóra forðarenningin Runutusk verður leygardagin á stevnuni, og at Bylgjulandið við hópin av tiltøkum í Bylgjuni, ið varð roynt á fyrsta sinni í fjør, eisini verður aftur.

Siðbundna midnáttarsamkoman verður á skránni, eins og kappsigling og kommunudystur í fótbólti, streetfótbóltur og framsýningar. Ymsar ítróttakappingar eru tvørtur um vikuskiftið, og Tórshavnar Big Band hevur konsert í Løkshøll sunnudagin.

Nærri verður at frætta, so hvørt stevnan nærkast.

Fylg við Eystanstevnuni á facebook-síðuni hjá stevnuni: www.facebook.com/eystanstevna