HEIM
27.06.2014

Eystanstevna: Setanarrøða hjá Svend Højgaard

Góðu stevnugestir, fyriskiparar og luttakarar annars.
Takk fyri heiðurin, sum tað er at vera biðin at seta Eystanstevnuna 2014.
Tað er eitt stórt tak fyri fólk og feløg at fyriskipa eina stevnu. Og tá eg varð biðin, um at halda setanarrøðuna í ár ivaðist eg sjálvandi, um eg skuldi játtað.

Men, fyri at tað ikki altíð skulu vera somu røðarar, og fyri at geva mítt ískoyti til stevnuna, so tók eg ímóti stafettini!

Hetta er akkurát sum at leypa á sjógv - bara eitt sindur verri. Men onkuntíð skal man vaða út har, sum man ikki veit, um man grynnir.

At standa á palli er herligt, men tú skalt helst hava okkurt uppá hjartað. Tað er tann stóra avbjóðingin.

Stevnur á einum vegamóti
Stevnur hava í nógv ár verið ítróttarlig hæddarpunkt í árinum. Serliga hevur kappróðurin savnað fólk til stevnur. Men eisini annar ítróttur, og onnur mentanartilboð hava gjørt stevnur til nakað serligt í Føroyum.

Øll bygdin fyrireikaði seg í góðari tíð til stevnuna. Hús og garðar vóru málað, tún ruddað og snøggað til. Havnaløg vóru ruddað og kommunumenn løgdu nógv fyri, at bygdin skuldi vera so snotilig sum gjørligt at taka ímóti stevnugestum. Ein stórur heiður var lagdur í at fyriskipa stevnuna so væl sum gjørligt.

Í dag eru stevnurnar tó bara eitt av mongum tilboðum og hæddarpunktum kring Føroya land í summarhálvuni. Serliga hava tónleikafestivalar bjóðað stevnunum av. Men eisini báta- og kampingtreff eru væl umtókt og mentanarvikur í vetrarhálvuni.
Ja, nógv er at fara til.

Eg haldi tó, at stevnur framvegis hava týdning og eiga sítt pláss í kalendaranum. Stevnurnar eru vanliga fyriskipaðar av ítróttarfeløgum og øðrum áhugafeløgum sum t.d skótum. Soleiðis eiga stevnurnar sín rætt, sum ein pallur fyri tað lokala ítróttar- og frítíðarvirksemi annars.

Men kapping frá øðrum tiltøkum og tilboðum er sunn, og stevnurnar eiga at taka væl ímóti avbjóðingini. Nú er høvið at hyggja nærri at síni egnu stevnu og spyrja, hvat kjarnan er í stevnuni. Kanska spyrja seg sjálvan, um javnvág er í millum undirhald og veruligt innihald. Fólk eru meira kræsin í dag og vilja eisini hava innihald. Stevnur kring landið nýtast heldur ikki at vera eins. Ymiskleikin er áhugaverdur. Stevnurnar fara uttan iva at finna sítt pláss og sín egna profil.

Síðani 2008 hevur Eystanstevnan td. havt karnival-skrúgongu, sum er eitt eyðkenni fyri júst hesa stevnuna.

Áhugavert verður at fylgja við, hvussu stevnurnar fara at tillaga seg og enduruppfinna seg komandi árini.

Fjølgið um fjølbroytni
Eitt virki felagslív hevur sera stóran týdning fyri okkum sum einstaklingar og lokalsamfelag. Serliga, haldi eg, at breiddin er týdningarmikil at menna í einum lítlum lokalsamfelagi, sum tað her hjá okkum. Tað er skjótt, at ein ítróttargrein ella ein listagrein gerst so stór, at aðrar greinar detta niður ímillum.

Sjálvandi skulu vit gleðast, um tað sum eydnast, og at feløg gerast stór. Eg havi bara hug at minna á, at vit – umframt at hyggja at ítróttarligum úrslitum og listaviðurkenningum – eiga at hyggja at heildini. Fyri síðan at meta, um umstøður eru til eitt øðrvísi og nýskapandi virksemi, sum kanska bert ein lítil bólkur fæst við.
Eru vit nóg vakin og dugnalig at fevna breiddina?

Júst fjølbroytni í virkseminum hevur alstóran týdning – bæði fyri menningina av samfelagnum og tí einstaka menniskjanum.

Nógv er tosað um fólkavøkstur. Tá vit tosa um fólkavøkstur, eiga vit at hugsa um, at tað snýr seg bæði um økt íbúgvaratal, men eisini um, at hvør einstakur av okkum kann vaksa um sín egna sjónarring, og soleiðis skapa eitt rúmligari, áhugaverdari og ríkari samfelag fyri okkum øll.

Útjaðarin hevur serligar avbjóðingar
Smápláss fara altíð at hava trupult at bjóða somu tilboð, sum miðstaðurin. Tí er tað ein avbjóðing fyri okkum føroyingar kring landið, áhaldandi at menna eitt breitt frítíðar- og mentanarlív.

Seinastu tvey árini hava vit á Bókasavninum við Løkin fyriskipað ymisk tiltøk. Mínar royndir eru, at næstan óansæð hvussu ´undarligt´ella smalt tiltakið er, so møta altíð nøkur fólk upp. Hetta sigur mær somikið, at ein áhugi er fyri øðrum enn teimum vanligu tilboðunum. Og eg havi valt at siga, at um bara onkur møtir, og tey fara avstað aftur eitt sindur ríkari, so er tiltakið væleydnað. Eg eri sannførdur um, at her í Runavíkarøkinum er væl rúm fyri enn fjølbroyttari virksemi og tilboðum. Sæð frá mínum sjónarhorni, so haldi eg, at júst hesi øðrvísu tilboðini kunnu menna og geva lokaløkinum nógv – í breidd, í dygd og nýskapan.

Tað er sunt fyri okkara sjálvsmynd og áhaldandi menning, at vit møta nýggjum hugsanum, nýggjum meiningum og síggja nýggj sjónarhorn. Tað kann eitt breitt mentanarligt virksemi stuðla undir.

Tað sigst, at mentan savnar, men góð list spjaðir! Hesi bæði hava týdning. Spjaðingin, sum listin kann skapa við td. at seta spurningar og avbjóða okkara lívsfatan, er av tí góða! Tí óansæð, um vit broyta meining ella lívsfatan, so styrkjast vit sum sjálvstøðug menniskju, við at taka støðu til listarligar upplivingar.

List og mentanarligar upplivingar stimbra eisini tann týdningarmikla fantasiin – evnini at ímynda sær ein annan ella øðrvísi veruleika.

Tú skapar tín egna veruleika
Óansæð hvussu ágrýtin vit eru við mentanarpolitikki og øðrum átøkum, so megna vit ikki at skapa umstøður til øll áhugamál. Hvør einstakur av okkum má minnast til, ikki at lata okkum avmarka av geografi ella umstøðum, sum onnur hava skapt.

Eitt lítið samfelag hevur sanniliga sínar fyrimunir, sum td. tað, at stutt er frá hugskoti til útynt verk!

Í dag eru ferðamøguleikar góðir, og alnótin saman við tøknini knýta okkum so tætt at umheiminum, sum vit hava hug til. Men ein triðji vegur er eisini millum umheimin og okkum!

Enski rithøvundurin, John Milton skrivar í 1667 soleiðis í eini bók:
"The mind is its own place,
and in itself - can make a heaven of hell, a hell of heaven."

Hetta sigur mær, at hugaheimurin er sín egni heimur. Og har eru ongi mørk, og tú kanst sjálvur avgera - ella í øllum førum ávirka - hvat hendir har. – Um tað skal vera eitt ´heaven´ ella eitt ´hell´.

Tað er eins og Albert Einstein skal hava sagt:
"Logic will get you from A to B.
Imagination will take you everywhere!"

Á hesum lítlu skerðum úti í Norður Atlantshavi, eru vit á mangan hátt ein útjaðari við avmarkingum. Men evnini at ímynda okkum nakað nýtt, og síðani at skapa nakað nýtt, - tey eru ikki knýtt at geografi.

Eitt breitt og fjølbroytt ítróttar-, frítíðar- og mentanarlív kann kveikja júst hesi ímyndingarevnini – fantasiin og dreymarnar!

Okkara hárfagri listamaður, Tróndur Patursson sigur í eini videosamrøðu, um sína framsýning við 100 glasfuglum, sum í fjør hekk í Washington:
"The image is freedom. People always will like to be free. The birds, they will always fly. Some will go south, some will go north. When you see the bird, you are thinking: When I could fly – out to the world, like a bird, - that would give me much more freedom."
(kann síggjast her: http://www.kennedy-center.org/events/?event=ZNEXG)

Hugskot og dreymar eru sum fuglarnir hjá Tróndi - teir kunnu flúgva hagar teir vilja. Dreymar og frælsi kunnu vera líka stórt á einum lítlum plássi, sum í stórbýnum. Og dreymar lata seg ofta minst líka væl realisera í einum lítlum samfelagi. Runavíkar kommuna, ja alt Føroyar er ein geografiskur útjaðari í heimshøpi. Tað mugu vit liva við. Og tað kunnu vit lættliga liva við! Tað kann jú eisini vera ein beinleiðis fyrimunur!
Men, fyri at vit ikki eisini skulu gerast útjaðari ella eftirbátur á annan hátt, td. sosialt ella mentanarliga, so eiga vit øll í felag at fjálga um møguleikar og menna umstøður, har dreymar og hugskot hjá yngri og eldri kunnu fáa veingir og gerast veruleiki.

Og í røttum Disney-karnival-anda vil eg enda við at citera sjálvan Walt Disney:
"If you can dream it, you can do it!
And remember, it all started with at mouse and a dream!"

Góða Eystanstevnu!