HEIM
25.05.2018

Eystanstevna í viku 24

Í ár er kappróðurin partur av kappingini um at gerast føroyameistari í tjóðarítróttini, táið eystanstevna verður hildin í viku 24. Eystursíðan við Skálafjørðin er í einari skifting við Fuglafjørð um hetta annað hvørt ár. Kappróðurin verður leygardagin hin 16. juni kl. 15:00.

Í eina tíð hava umboð fyri fleiri av ítróttarfeløgunum í økinum sitið saman í royndini at snikka til eina skrá fyri stevnuna. Komið er væl áleiðis við hesum arbeiði, og skráin verður kunngjørd í næstum. Ætlanin er m.a. at geva út eitt stevnublað í stevnuvikuni.

Stigtakararnir siga, at nógv átøk vera í ítróttarøkinum kring um Bylgjuna, fótbóltsvøllin á Mýrunum og í Skótahúsinum við Løkin. Setanin verður í Løkshøll og miðnáttarrøða verður leygarkvøldið í Skótahúsinum. Leygarkvøldið eftir kappróðurin verður ein áhugaverdur fótbóltsdystur í Betri-deildini – avgerandi grannadystur ímillum NSÍ og Víking. Sunnudagin verður kappsigling við seglum á fjørðinum.

Á myndini síggjast Herbert Olsen, Jastrid Weihe, Britt Kristiansen, Marna Knudsen, Johnny Lamhauge, Beinta Hansen, Anita Fossdalsá, Durita Knusen Poulsen, Noomi Heraddóttir Kunoy og Herbjørg H. Jøkladal.