HEIM
11.05.2017

Eyes of Runavík í Bonn, New York, Marrakech og Mexico

Tíðindastubbi frá Sigrid, teknisku deild

Eyes of Runavík verður nú marknaðarførd av Nordic Built Cities um alla verðina.

4. mai vóru White arkitektar í New York og 5. mai løgdu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og Sigrid J. Dalsgaard, teknisku deild, fram á Resilient cities 2017 í Bonn.
Í desembur vóru White arkitektar í Mexico city og í novembur var verkætlanin løgd fram í Marrakech.
http://smartcitiesnyc.com/
http://en.white.se/calendar/smart-meets-human-the-nordic-model-in-urban-development/
http://resilient-cities.iclei.org/

Aftaná framløgu okkara í Bonn komu fleiri áhoyrarar til okkum, fyri at hoyra nærri um hvussu man kann byggja nýskapandi og burðardygt í brattlendi. Eisini var kjak um specifik evni, sum at brúka seyðaull at bjálva við. Hetta royna tey eisini í Canada, men tey hava ikki funnið ein góðan leist enn.
Og sjálvandi eru øll hugtikin av okkara vøkru oyggjum.

Í mai-mánaði hittast projektleiðarnir fyri norðurlondini fyri síðstu ferð. Tá taka vit saman um, og vit fáa at vita um møguleikar gjøgnum Nordic Innovation fyri at realisera verkætlaninar.
Vit hittast í Reykjavík, har verkætlanirnar vera lagdar fram, samstundis sum ein Jan Gehl framsýning er í Norðurlandahúsinum.
Jan Gehl er ein tann fremst innan at skapa býarrúm, so hetta er fínt selskap.
http://nordichouse.is/da/event/borgarveran/
http://gehlpeople.com/

Malmø og Keypmannahavn eru væl ávegis við sínum verkætlanum. Spennandi verður at vita, hvussu tað gongur hjá Espoo, Oslo og Kópavági.

Runavíkar kommuna hevur frígivið økið Blikagøta-Hjallaveg til at gerast klárt at byggja sethús. Útstykkingarhátturin førir við sær tættari bygging, so á henda hátt hava vit flutt okkum nakað móti at brúka lendi effektivari.

Runavíkar kommuna hevur tó ikki slept Eyes of Runavík. Vit hava nóg mikið av brattlendi, so um vit fáa fatur á einum íleggjara, so kann verkætlanin realiserast.

Eisini vóru vit á fund við Kaoshiung í dag. Tú hevur møguliga ikki hoyrt um henda bý í Taiwan, har tað búgva 2 mio fólk. Tey kendu heldur ikki til Føroyar, men nú vita vit av hvørjum øðrum.
https://en.m.wikipedia.org/wiki/Kaohsiung

Myndirnar eru frá framløgum og frá fundi fyri borgarstjórar.