HEIM
21.08.2015

Eyðun Petersen, Søldarfjørður, settur sum tekniskur leiðari í Runavíkar kommunu

Runavíkar býráð hevur á fundi 25. juni 2015 sett Eyðun Petersen úr Søldarfirði í starv sum nýggjur tekniskur leiðari hjá kommununi. Hann tekur við starvinum eftir Dávid Reinert Hansen. Eyðun er 51 ára gamal og hevur útbúgving sum byggifrøðingur umframt viðkomandi skeið. Hann hevur nógvar og fjølbroyttar arbeiðsroyndir frá stórum føroyskum verkætlanum, m.a. hevði hann høvuðsábyrgdina fyri skúlabyggingini við Løkin vegna Articon, sum hann hevur verið í starvi hjá seinastu árini. Eyðun Petersen byrjar í starvinum 1. september.
21. august 2015