HEIM
01.03.2016

Eyðun Petersen í Býarskipanarnevnd landsins

Stýrisfundur var í hølunum hjá Kommunufelgnum fríggjadagin 19. februar. Ímillum mongu málini, ið vóru umrødd og viðgjørd, var ein áheitan frá Heilsu- og innlendismálaráðnum á Kommunufelagið, um at velja tveir limir og tveir varalimir í Býarskipanarnevnd landsins.

Starvsbólkurin í Kommunufelagnum hevði innstillað fýra uppskot, og semja varð í stýrinum um at velja Eyðun Petersen og Lousiu Glerfoss, ið starvast hjá ávikavíst Runavíkar og Vága kommunu, í Býarskipanarnevnd landsins, ímeðan Birita Wardum, Tórshavn og Gunnleyg Kalsberg, Klakksvík, vórðu valdar eykalimir.

Eyðun Petersen hevur verið leiðari fyri teknisku umsitingini hjá Runavíkar kommunu síðani seinasta heyst. Fyri tað hevði hann í mong ár virkað á privata byggimarknaðinum.

Í nógv ár hevur Eliesar Kastalag annars sitið í Býarskipanarnevnd landsins - umboðandi kommunurnar. Nú hann fall fyri aldursmarkinum, tekur Eyðun hendan álitissessin uppá seg ístaðin.