HEIM
18.01.2010

Eyðun Christiansen nýggjur aðalskrivari hjá KSF

Stýrið fyri Kommunusamskipan Føroya hevur sett Eyðun Christiansen í starv sum aðalskrivara felagsins.

22 umsóknir vóru til starvið.

Eyðun Christiansen hevur drúgvar royndir m.a. sum ráðgevi hjá Føroya Kommunufelag farnu 7 árini. Í hesum starvi hevur hann havt høvuðsábyrgdina at veita kommunum fakliga og politiska ráðgeving um øll kommunal viðurskifti. Í hesum sambandi hevur hann eisini tikið lut í øllum samráðingum og fakligum útgreiningararbeiðum, sum hava við kommunal viðurskifti og uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur at gera. Hann var millum annað limir í kommunalu umskipanarnevndini, sum Innlendismálaráðið setti í fjør at fyrireika komandi kommunalu umskipanina.

Eyðun Christiansen hevur samfelagsvísindaliga útbúgving frá hægri lærustovni, og byrjar í starvinum sum aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya skjótast tilber.