HEIM
29.09.2011

“Eventyrlige rødder”

Hesa vikuna hava 5. flokkarnir í skúlanum við Løkin vitjan av einum gentukóri úr Bagterpskúlanum úr Hjørring í Danmark.

Saman, hava børnini seinastu tíðina arbeitt við eini verkætlan nevnd "Eventyrlige rødder" talan er um ymisk ævintýr, bæði føroysk og donsk.
Sum ein part av verkætlanini, hava børnini gjørt sangleikin "Eventyrlige rødder" sum tey í dag hava frumframført fyri skúlanæmingunum, sum komu ymsastaðni frá í landinum. Sí myndafrásagnir.
Í kvøld verður leikurin framførdur fyri foreldrum og øðrum avvarðandi.
Hjørring er vinabýur hjá Runavíkar kommunu, og er tiltakið eisini liður í hesum samstarvi.
Kommunan tekur sær av at hýsa donsku gestunum, sum eru 25 í tali.