HEIM
01.05.2017

Etapu-renning í Eysturoynni

Roysnið fer í mai at skipa fyri fýra hugnaligum og róligum rennitúrum í Eysturoy.

Tað vera hugnaligir og róligir rennitúrar; frá Gjógv, norðasta bygdin á Eysturoy, um Oyndarfjørð, og til sunnastu bygdina, Æðuvík. Runnið verður 4 týskvøld í mai 2017. Talan er ikki um kapping, og onki luttakaragjald er.

Týsdagur 2. mai nærkast, og tað er dagurin har fyrsta av 4 renningum millum bygdir skal avgreiðast.

Fyrsti túrur, frá Gjógv til Funningsfjørð er uml. 15 km. Vit møtast í Funningsfirði kl. 19.00 og samskipa har transport, soleiðis at bert nakrir bilar fara til Gjáar, fyri síðani at vera heintaðir seinni. Minnist til turr og heit eykaklæðir, og tak evt okkurt at drekka við.

Annar túrur er 9. mai; frá Funningsfirði til Oyndarfjørð, tá møtast vit í Oyndarfirði kl. 19.00. Tá vera tveir møguleikar at velja millum:
a) Renna til Elduvíkar, gjøgnum líðina og um skarði til Oyndarfjørð, uml. 11 km.
b) Renna eftir vegnum, uml. 15 km.

Triðji túrur er 16. mai, og er frá Oyndarfirði til Skipaneskrossin, tað er uml. 17 km. Vit hittast tá á Skipaneskrossinum kl. 19.00.

Fjórði túrurin er 23. mai; frá Skipaneskrossinum til Æðuvíkar, tað er uml. 13 km. Møtast í Æðuvík kl. 19.00.

Roysnið vónar at síggja nógv fólk, og øll eru sjálvandi vælkomin við. Hesir 4 teinar geva tils. 60 km, ella gott tað, og slíkir langir regluligir túrar skuldu veri sera góðir í rennivenjingarhøpi, kanska serliga hjá teimum sum brynja seg til hálvmarathon og marathon kappingar í summar.