HEIM
17.04.2015

Estetisk kapping í Bylgjuni leygardagin

Leygardagin 18. apríl verður næsta steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

Hetta er fyrsta ferð, at roynt verður at hava estetiska kapping í reiskapshøllini í Bylgjuni.

Hesaferð hava 23 lið meldað til luttøku: Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Feløgini, ið hava meldað til luttøku eru: Flog 1 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 6 lið og HF 9 lið.

Kappingin byrjar Kl. 12 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkjahandan áleið kl. 14:30 byrjar kappingin hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Úrslitið frá 1. steypakapping verður lagt saman við úrslitinum frá hesari kappingini, og liðið, sum fær besta samanlagda úrslit, gerst steypavinnari.