HEIM
20.06.2012

Er ætlanin at steingja politistøðina í Runavík?

Sum flestum kunnugt, so eru stórar broytingar hendar í politinum seinastu 2 árini. Í desember í 2010 skrivaði eg grein, sum bar heiti : "Eysturoyggin í politistaloysi". Í greinini nevndi eg, at tað tyktist mær sjáldsamt, at Eysturoyggin við sínum knapt 11.000 íbúgvum, ikki skuldi hava eina mannaða politistøð, men at allir politistarnir skuldu flytast til Klaksvíkar. Hóast heitt var á avvarandi myndugleikar um at støðga ætlaðu broytingini, so var tað ikki tikið til eftirtektar.
22. september í 2011 var so kunnandi fundur fyri øllum borgarstjórum í Norðurøkinum, har greitt var frá broytingunum, sum skuldu setast í verk fáar dagar seinni. Fyri okkum borgarstjórunum í økinum var gjørt greitt, at á politistøðini í Runavík komu politistar ikki at arbeiða dagliga, tí teirra arbeiðsstaður skuldi flytast til Klaksvíkar. Men, tað var gjørt púra greitt fyri okkum, at opið kom at verða hvønn yrkadag á politistøðini í Runavík, har tær verandi borgaratænasturnar kundu avgreiðast, soleiðis sum tær frammanundan høvdu verið. Eisini var sagt, at sýslumaðurin kom at verða hvønn yrkadag á politistøðini, og tá honum barst frá, so kom ein politistur í hansara stað.
Hetta, at borgaratænasturnar, sum høvdu verið her í mong ár, framhaldandi fóru at verða og so at sýslumaðurin ella ein politistur koma at verða á politistøðini hvønn yrkadag, tað var sum plástur á sárið, tá nú allir politistarnir fluttu til Klaksvíkar.
Men, hvat nú? Bert lítið ár seinni, so eru aftur broytingar á skránni. Eg frætti sum tíðindi í býnum, at nú var ætlanin at niðurlaga virksemið á politistøðini uppaftur meiri. Eg vendi mær tí beinanvegin til økispolitileiðaran fyri Norðurøki, fyri at kanna um nakað var í hesum, sum frættist. Vit hava samskift um hetta mál, og niðurstøðan er púra greið, at sparingar verða í økinum nú, og økispolitileiðarin sigur seg ikki kunna geva lyfti um, at eingin skerjing hendir á politisstøðini í Runavík. Eg kann tí ikki annað enn stúra fyri, at virksemið á politistøðini í Runavík enn einaferð verður skert, og hvat verður so endin!
Eg fari tí at heita á avvarandi myndugleikar at gera sítt til, at virksemið á politistøðini í Runavík ikki verður niðurlagað enn einaferð, soleiðis at tænastan í økinum aftur versnar og til seinast er burtur!

Magnus Rasmussen, borgarstjóri
Runavíkar kommuna