HEIM
31.07.2007

Enn einferð teir báðir gulu!

Hvørki Eysturoyingur ella Heiðabáturin lótu nakran iva verða um hvørjir vóru bestir kappróðraárið 2007. Báðir bátarnir tryggjaðu sær FM heitini fyri 2 vikum síðani, á vestanstevnu, so nú vantaði bert Ólavsøku róðurin. Øllum kunnugt vunnu báðir bátar líka sannførandi ólavsøkuróðurin, sum undanfarnu róðrarnar. Við fullum stigatali tóku fegnir menn stoltir ímótið heiðursmerkjum og steypum. Vert er at nevna at hetta er einastu ferð í føroya søgu, at 10 mannafar og 8 mannafar úr sama felag hava vunnið allar fylgjandi róðrar í sama kappingarárið. So av sonnum kann sigast at hetta er ein av stóru stoltleikunum hjá Runavíkar kommunu. Ólavsøkuaftan vóru báðar manningarnar og nevnd felagsins við makum boðin til eina góða máltíð, í hugnaligum umhvørvið í Hornahúsinum í Tórshavn.