HEIM
03.11.2016

Endabrestur í NBCC-kappingini

Seinnapartin í dag verður norðurlendska finalan í Nordic Built Cities Challenge í DR-Byen í Keypmannahavn.

Á skránni eru framløgur um luttakandi uppskotini, eitt pallborð við umboðum fyri luttakandi kommunurnar, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, umboðar Runavíkar Kommunu, eins og samlaðir vinnarar skulu finnast í greinunum:
– The Charter (Samlað loysn)
– Innovative solutions (Nýskapandi loysnir)
– Development and export potential (Menningar- og útflutningsmøguleikar)

Trý av uppskotunum, sum vórðu send inn til lokalu kappingina í Føroyum, “Built Enclosure - Natural Connection” við Mass Lab úr Portugal, “Hygge” við Hyde Architects úr Wales og føroyski vinnarin "The Eyes of Runavík” við White Architects úr Danmark eru við í samlaðu norðurlendsku kappingini.

Nordic Built Cities kappingin hevur fevnt um 6 lokalar kappingar í Norðurlondum. Kappingin er partur av Nordic Built Cities skipanini, sum hevur til endamáls at menna, sýna fram og útflyta nýskapandi norðurlendskar loysnir fyri liviligar, framkomnar og burðardyggar býir.

Nordic Built Cities er ein sonevnd “vita-skipan” í norðurlendska samstarvs skipanini fyri nýskapan og vinnupolitik 2014-2017 undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Danmark hevur yvirskipaða ábyrgd fyri skipanini og hevur ábyrgd fyri, at hon verður sett í verk í samstarvi við hinar norðurlendsku stjórnirnar og Norðurlendska Ráðharraráðið. Nordic Innovation hevur ábyrgd av skapan og stýring av Nordic Built Cities skipanini, m.a. Nordic Built Cities kappingini.