HEIM
27.06.2016

EM FÓTBÓLTUR Í LØKSHØLL!

Mangir eru tímarnir, ið eru nýttir framman fyri sjónvarpsskíggjunum hjá fólki í seinastuni, og enn fleiri tímar eru ávegis!
Grannatjóð okkara, Ísland, spældi seg víðari frá bólkaspælinum, og møtir nú Onglandi. Eingin hevði trúð at Ísland yvirhøvur megnaði at spæla seg víðari frá bólkaspælinum, men stríðsviljin hjá Íslendingum hevur víst nakað heilt annað!

Í kvøld kl. 20.00 bresta Ongland og Ísland saman. Dysturin verður vístur á stórskíggja í Løkshøll. Dyrnar lata upp kl. 19.30.

Nú er at reisast úr sofuni har heima, og koma í Løkshøll, saman við øðrum, at stuðla grannatjóð okkara! 🙂

Tiltakið er ÓKEYPIS!

Vit síggjast í Løkshøll! 🙂
- ÁFRAM ÍSLAND!